Nýggja nótaskipið, Krúnborg, hjá Eileri Jacobsen fekk á seinasta túrinum eitt hol, sum var 20 cm í tvørmáti, niður gjøgnum dekkið.
Hetta hendi tá eygað, sum blokkurin, ið helt trolinum, hekk í slitnaði og fór niður gjøgnum dekkið.
Orsøkin til óhappi var helst vánaligt veður. Ringa veðrið gjørdi nevniliga, at trolið, sum hekk í blokkinum tók at søkka, og hetta toldi blokkurin ikki.
Trolið skrædnaði
At hol kom gjøgnum dekkið var ikki einasti trupulleikin, Krúnborg fekk at dragast við á sínum triðja svartkjaftatúri. Annað av trolunum skrædnaði eisini illa, og verður tað nú umvælt hjá trolvirkinum, Vónini, í Fuglafirði.
Eiler Jacobsen sigur, at tað trolið, ið skrædnaði, var tað minna av báðum trolunum hjá Krúnborg. Men hetta var í veruleikanum betra trolið, tí tá roynt verður við stórum troli í ringum verðri og nógv kemur í, er vandi fyri at missa alt trolið, sum tað er.
Verðrið hevur verið ringt meðan Krúnborg hevur verið til fiskiskap, men Eiler Jacobsen sigur, at skipið hevur roynst ómetaliga væl í ringa veðrinum.
? Á veg heim av einum túri var vindmegin 44 metrar um sekundið beint inn á síðuna á skipinum, men hetta gjørdi ikki mun, sigur Eiler Jacobsen frá manningini.
Nógvir trupulleikar
Trupulleikarnir á seinasta túrinum hjá Krúnborg vóru ikki teir fyrstu, reiðaríið hevur havt at dragast við, síðani tað skuldi yvirtaka skipið.
Tá skipið skuldi takast yvir vóru trupulleikar við prísinum á skipinum í mun til gomlu Krúnborg, sum Eiler Jacobsen hevði selt skipasmiðjuni. Skipasmiðjan var ikki nógd við standin á gamla skipinum, og vildi tí ikki lata fullan prís fyri gomlu Krúnborg. Tískil kom nýggja skipið at kosta meira enn ætlað.
Tá Krúnborg var komin til Føroya og skuldi fara til fiskiskap vóru trupulleikar við onkurm hyraulikrøri og síðani vóru eisini trupulleikar við umstýringini.
Alt hetta varð fingið í rættlag, og Krúnborg fór til fiskiskap. Men trupulleikarnir við umstýringini tóku seg upp aftur saman við trupulleikunum, ið stungu seg upp undir seinasta túri.
Kortini góðar vónir
Tórshavnar Skipasmiðja hevur sveisað holið í dekkinum á Krúnborg aftur og trolið er umvæl hjá Vónini í Fuglafirði.
Nú verður bert bíða eftir, at umstýringin er liðugt umvæld, so fer skipið aftur til fiskiskap.
Til at umvæla umstýringina, er ein maður frá verksmiðjuni, ið hevur gjørt motorin, komin úr Finlandi.
Eilier Jacobsen sigur seg hava góðar vónir fyri, at tað fer at gangast væl hjá Krúnborg, hóast óvanliga nógvir trupulleikar hava verið at drigist við síðani skipið kom til landið.