Krímsjúka kann linnast – men ikki lekjast

Nógv halda, at tey kunnu lekja eina krímsjúku, men soleiðis er tað tíverri ikki.

Tað tekur tíð at sleppa av við krím, og krímsjúka kann ikki lekjast. Gjarna tekur tað eina viku ella so, til krímsjúka gongur yvir.  Men, í staðin kunnu nógv sjúkueyðkenni linnast, meðan tú dregist við krímið.

Tað rennur úr nøsini; tú hevur ilt í hálsinum, og høvdið kennist tungt og troytt, nú tú ert vorðin krímsjúkur ella krímsjúk. Mong vilja royna at koma fyri seg aftur sum skjótast við ymiskari hjálp og hyggjuráðum.

Men, ein krímsjúka kann ikki lekjast, og sjúkugongdin kann hvørki styttast við te, hita ella kostískoyti. Í staðin kanst tú linna tað óbehagiliga, sum ofta fylgir við einum krími.

Vit kunnu siga, at ein vanlig krímsjúka hevur fimm stig, sum tilsamans vara í umleið eina viku.

Stig 1: Tú ert vorðin smittað/-ur við krímvirus, men enn merkir tú einki. Vandin fyri, at tú smittar onnur er stórur. Hetta stigið varar í umleið eitt samdøgur.

Stig 2: Nú merkir tú, at krímsjúkan kemur sníkjandi. Hálsurin kann gerast eymur; tú følir teg illa til passar og hevur kanska eitt vet av fepri.

Stig 3: Tín krímsjúka er í fullum útbroti. Nøsin er skiftandi tipt, og klár væta rennur úr henni. Tú njósar, hostar og ert vorðin ússalig/-ur.

Stig 4: Í hesum stigi er snorið vorðið tjúkt og gult, og tað er tí, at tín immunverja er í gongd við at berja niður ígerðina í slímhinnununi í nøsini. Nú smittar tú ikki so illa longur, og kanska følir tú teg eisini eitt sindur betri.

Stig 5: Eftir umleið sjey døgum er krímsjúkan við at verða av. Tú er framvegis móð/-ur og slakk/-ur, og tað kunnu saktans ganga nakrir dagar aftrat, áðrenn tú ert heilt væl fyri aftur.

Tá tú hevur krímsjúku, hevur tað størstan týdning, at tú hvílir teg og roynir at umgangast at smittar onnur. Tú verjir onnur móti smittu við at vaska hendur væl og ofta. Ein dunkur við hondspritti í taskuni kann í so máta vera ein góð hjálp. 

Tú eigur at hosta ella njósa inn í albogan ella í ermuna, um tú ikki hevur eitt borðklæði - ein serviett - við hondina, og tú eigur altíð at vaska hendur ella brúka hondspritt, tá tú hevur turkað tær um nøsina.

Tá hálsurin kennist eymur, kann tað gagna at drekka heitt te, saft ella suppu. Súgvitablettir við sóttreinsandi ella staðdoyvandi virknaði kunnu linna, men her eigur tú at ansa eftir, hvussu ofta slíkt verður tikið. Fepur og høvuðpína kunnu linnast við pínulinnandi heilivági.

Er nøsin tipt, kann næsaspreið hjálpa við at fáa luft, men her eigur tú at lesa vegleiðingina um, hvussu ofta og hvussu leingi, spreiðið kann brúkast. Ert tú í iva, kanst tú spyrja apotekið.Tað kann eisini hjálpa at lyfta undir høvdalagið við einum eyka kodda. 

Á apotekinum fært tú eisini ráðgeving um, hvussu tú kanst linna um krímsjúku.

Kelda: Danmarks Apotekerforening