Síðani Eivør Pálsdóttir í Íslandi varð heiðrað við heiðurslønum, hevur navn hennara veruliga verið í ljósinum og tað frættist eisini í Íslandi, hvussu glaðir og stoltir føroyingar eru fyri heiðurin. Nevnd verður m.a. stóra móttøkan í Gøtu.
Í síðstu viku var fløgan Krákan nummar 21 á hittlistanum í Íslandi, men er hesa vikuna nummar 3, og so frammaliga hevur hon ikki verið áður. Bert tær tvær fløgurnar, sum høvdu bestu sølutølini í fjør, seldu fleiri eintøk hesa vikuna.
Talan er um Papar, sum James Olsen einaferð var partur av og so Óskar Pétursson, ið syngur væl dámdar sangir í operakendum stíli.
Og tað tykist, sum er íslendski ungdómurin farin at vísa Eivør áhuga. Ungdómar atkvøða á hittlistanum ?Samfés?, ið er á landsumfatandi støðini Rás 2 hvønn mikudag. Listin kann sammetast við okkara 15 tær bestu í Úf. Hesa vikuna hevur Eivør verið nummar 3 á Samfés listanum við ?Við gengum tvø?. Tað løgna er kanska, at vanliga er tað munandi tyngri tónleikur, ið ger seg galdandi í oddinum og sæst tað eisini av, at nummar eitt er System Of A Down og nummar tvey er Audioslave. Men Eivør er nummar 3 og eru lurtarar hennara tískil nú eisini tey 13 ?15 ára gomlu, har tað áður annars mest vóru tey á hennara egna aldri og eldri, ið lurtaðu eftir Eivør.