Beint fyri midnátt rendi ein 25 ára gamal maður í bili á ein annan bil, sum stóð parkeraður á Nýggjavegi í Klaksvík.
Hann rann avstað.
Men politiið visti, hvar maðurin var at finna. Hundapatruljan fór inn í eini hús, og undir eini song funnu hundarnir mannin.
Hann varð handtikin, blóðroynd tikin av honum, og síðan varð hann latin leysur aftur.