Í krígsstøðu

   

So upplivdu vit tað aftur.
Starvsfólk hjá tí almenna fara til arbeiðis við tí í huga, at gera dagsins verk aftur í dag. Eftir bestu sannføring og soleiðis sum lívið og umstøðurnar einaferð løgdu tað til rættis. Knappliga eru tey í einum kríggi.
Friðarfólk, sum ongantíð kom til hugs at gera eini hønu mein, tíansheldur at gera nøkrum starvsfelaga nakað. Hyggin fólk, sum settu sær fyri, at teirra skuldi ikki liggja eftir og tað skuldi vera við reinum, opnum kortum eftir eini lívsleið, sum fingu ikki kann setast á ? menniskjaliga talað. Tí rein í víðastu týdningi eru heldur ikki hesi.
Men knappliga eru tey í opnum kríggi.
Í almenna kjakinum verður í rættvísis navni »hugt til báðar síður«, tí tveir partar skulu til at kríggjast, sambært fólkaligum orðafelli.
So er ikki. Ein, sum hevur formligu leiðsluna oman fyri annan, er ríkiligt til at skapa krígg.
Alt meðan tað fjølgast í tigandi skara.