Krígsglað stjórn knúgvar siðvenju

Javnaðarflokkurin skjýtir upp í uppskoti til samtyktar, at hernaðarliga revsilógin, sum stjórnin hevur sett í gildi fyri Føroyar, verður tikin av aftur beinanvegin

Føroya Javnaðarflokkur tekur nú stig til at forða fyri, at hernaðarlógirnar, sum danska stjórnin hevur sett í gildi ímóti løgtingsins vilja, verða tiknar av.
? Hetta er ein spurningur um integritet hjá Føroya løgtingi. Vit vilja tryggja, at Føroya løgting varðveitir sítt vald sum lóggevandi ting í Føroyum. Ein krígsglað donsk stjórn skal ikki knappliga seta lógir og kunngerðir í gildi fyri Føroyar, sum vit ikki vita um. Tað ber ikki til, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
Javnaðarflokkurin hevur gjørt uppskot til ríkislógartilmæli, sum hevur við sær, at hernaðarliga revsilógin og aðrar kunngerðir, sum vóru lýstar 27. mars, verða tiknar aftur. Javnaðarflokkurin fer nú at fáa neyðugu undirskriftirnar til vega, so málið kann leggjast fyri løgtingið, hóast freistin er farin.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað eru tvey viðurskifti, sum hava fingið Javnaðarflokkin at ressast við.
Í fyrsta lagi brýtir stjórnin ta siðvenju, sum hevur verið galdandi í 55 ár, sum sigur, at heimastýrið hevur endaliga orðið, tá lógir vera settar í verk í Føroyum. Fyri tað næsta hevur løgtingið viðgjørt hernaðarligu revsilógina, og tá varð samtykt, at tær ikki skuldu setast í gildi.