Kanningin í Kongo er tann fyrsta, sum krígsbrotsmannadómstólurin hevur tikið stig til, síðani hann bleiv skipaður.
-Hetta er eitt stórt stig fram ímóti altjóða rættvísi, sigur høvuðsákærin hjá dómstólinum, Luis Moreno-Ocampo.
Bardagar í landnyrðingspartinum av Kongo hava kravt umleið 50.000 mannalív tey seinastu fimm árini, men altjóða krígsbrotsmannadómstólurin kann ikki kanna ákærur, sum eru eldri enn tvey ár, tí dómstólurin bleiv ikki stovnaður fyrr enn í 2002.
Mannarættindafelagsskapir hava fleiri ferðir kært seg um, at teir stríðandi partarnir í Kongo hava framt krígsbrotsverk av ymsum slagi, og teir fegnast um, at altjóða dómstólurin nú tekur málið upp.
-Hetta er eitt sera týðandi stig í arbeiðinum at revsa tey, sum skipa fyri hópmorðum, skipaðum neyðtøkum og etniskari útreinskan, sigur Richard Dicker í mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch.