Krígsbrotsmaður fekk 25 ár

Fyrrverandi bosnia-kroatiski leiðarin, Jadranko Prlic (myndin), var í gjár í altjóða krígsbrotsmannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia dømdur 25 ára fongsulsrevsing fyri krígsbrotsverk, framd í Bosnia.

Krígsbrotsmannadómstólurin, sum heldur til í Haag, kom til tann úrskurð, at Prlic og hansara menn framdu morð, neyðtøkur og ólógligar útvísingar ímóti muslimum.

Fyrrverandi verjumálaráðharrin, Bruno Stojic, og fýra fyrrverandi bosnia-kroatiskir heryvirmenn fingu í sama máli fongulsrevsingar, sum lógu millum 10 og 20 ár.

Teir dømdu fingu eisini skyldina fyri, at sjáldsama og einastandi miðaldarbrúgvin í býnum Mostar varð oyðiløgd undir krígnum í Bosnia.