Kríggj um strikuna

Bæði árstalsfeløgini, sum hittast á Sandi, hava tørv á stigum, um tey skulu vinna seg frá niðurflytingarstrikuni

Fótbóltur

 

Talan er at kalla um botnbrak, tá B71 sunnudagin tekur móti B68. Hjá báðum pørtum er galdandi, at venjararnir hava latið so hampuliga væl at spælinum, men úrtøkan hevur enn ikki verið av slíkum slag, at liðini á nakran hátt kunnu kenna seg trygg.

Tað ger eingin teirra heldur eftir dystin sunnudagin, men ein sigur kann skapa nakað av fjarstøðu til tungu strikuna, og á tann hátt vera við til at lyfta lagið í hópinum nøkur stig rætta vegin.

Og roknað verður við, at báðir partar hava mest sum allar mans tøkar. Hjá B71 er undantakið langtíðarskaddi Anders Sørensen, meðan B68 hevur Ralph van Dooren og Landing á langtíðar skaðalistanum. Hartil hava Jacob Bymar, Jóan Símun Edmundsson og Niclas Joensen allir drigist við smærri skaðar, men roknað verður tó við, at teir eru tøkir, verður sagt av Toftum.