Sum vit hava verið inni á fyri stuttum, so var upprunaliga ætlanin, at føroyingar skuldu spæla útidyst í EM undankappingini niðri í Bosnia komandi mikukvøld. Men dysturin varð framskundaður, og Føroyar taptu 1-0 19. augustu í fjør.
Og vit kunnu siga, at tíbetur var dysturin framskundaður. Eitt er, at føroysku spælararnir ikki eru so væl fyri nú, sum teir vóru á hásumri í fjør, og eitt annað og nógv týdningarmiklari er, at tað hevði verið lítið hugaligt at farið av landinum í morgin við nøsini vendari niður á Balkan, har tað síðani í fyrrakvøldið hevur verið lítið tespuligt.
At NATO hevur gjørt av at fáa jugoslavisku myndugleikarnar at makka rætt við illum, tá teir ikki hava fingið teir at makkað rætt við góðum, hevur eisini ávirkað EM undankappingina. UEFA boðaði í gjár frá, at teir av trygdarorsøkum hava gjørt av at útseta tríggjar dystir, sum teir næstu dagarnar skuldu verið spældir har niðri. Jugoslavia skuldi spælt á heimavølli móti Kroatia í morgin og móti Makedonia mikudagin. Hesir báðir dystirnir eru útsettir til ávikavíst 18. august og 4. september. Makedonia skuldi havt vitjan av Írlandi í morgin, men dysturin er útsettur og er í staðin ásettur at vera 9. oktober.
Fótbóltskríggj
Tað er einki at liggja omaná, at í europeiskum fótbólti er eisini kríggj ? um enn ikki á sama máta, sum tað er í Jugoslavia. Tað er kríggj millum stóru feløgini og UEFA. Stóru feløgini vilja ikki so fegin geva landsliðsspælarunum frí til at spæla landsdystir ? tey vilja heldur hava nógvar dystir í Europa Cup ? meðan UEFA vil hava landsdystirnir varðveittar. Tá EM undankappingin, sum nú er um at vera hálvrunnin, skuldi leggjast til rættis, var tað ein neyðsemja, at landsdystirnir skuldu spælast í so kallaðum dupult umførum. Og tað er eitt av hesum umførunum, sum nú stendur fyri framman.
39 dystir
Í kvøld, í morgin, sunnudagin og mikudagin verða ikki færri enn 39 EM undankappingardystir avgreiddir kring Europa. Undankappingin er um at vera hálvrunnin, og tað vil siga, at í fleiri førum verður talan um lagndudystir fyri tey londini, sum ikki hava staðið seg serliga væl í fyrstu dystunum.
Eitt av hesum londunum er Danmark, sum í annaðkvøld klokkan 18.15 føroyska tíð skal spæla lagnudyst í Parkini móti Italia. Hesin dysturin er í bólki 1, og í morgin spæla Hvítarussland og Sveits eisini.
Mikudagin fær Sveits vitjan av Wales, og Italia tekur ímóti Hvítarusslandi.
Hinir bólkarnir
Skráin í hinum bólkunum er henda:
Bólkur 2:
27.3: Grikkaland-Noreg og Georgia-Slovenia. 31.3: Slovenia-Albania og Latvia-Grikkaland.
Bólkur 3:
27.3: Norðurírland-Týskaland og Turkaland-Moldov-a. 31.3: Moldova-Norðurírland og Týskaland-Finnland.
Bólkur 4:
27.3: Andorra-Ísland, Armenia-Russland og Frakland-Ukraina. 31.3: Ukraina-Ísland, Russland-Andorra og Frakland-Armenia.
Bólkur 5:
27.3: Ongland-Pólland og Svøríki-Luksemburg. 31.3: Luksemburg-Bulgaria og Pólland-Svøríki.
Bólkur 6:
27.3: Spania-Eysturríki. 28.3: Ísrael-Kýpros. 31.3: San Marino-Spania.
Bólkur 7:
26.3: Portugal-Aserbadjan. 27.3: Ungarn-Liktinstein og Rumenia-Slovakia. 31.3: Slovakia-Ungarn, Aserbadjan-Rumenia og Liktinstein-Portugal.
Bólkur 8:
31.3: Makedonia-Malta (hinir dystirnir eru útsettir).
Bólkur 9:
27.3: Kekkia-Litava og Skotland-Bosnia. 31.3: Litava-Estland og Skotland-Kekkia.
Næsta umfarið í EM undankappingini verður fyrst í juni. Í flestu bólkunum fer tá at verða spælt 5. og 9. juni, og tá vera Føroyar við í spælinum. Skotland verður á Svangaskarði 5. juni, og Bosnia fer at vitja 9. juni.










