Kríggj ímillum fakfeløg um starvsfólk Kringvarpinum

Felagið fyri miðlafólk heitir nú staðiliga á starvsfólkið í Kringvarpinum um at melda seg úr Starvsmannafelagnum

 - Hetta má vera eindømi í føroyskari fakfelagssøgu.

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, er rættiliga illa við av eini almennari áheitan frá fakfelagnum hjá føroyskum miðlafólkum.

Í eini almennari áheitan um vikuskiftið mælti felagið Føroysk Miðlafólk staðiliga á øll starvsfólk í Kringvarpinum, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, um melda seg úr Starvsmannafelagnum.

Bæði Starvsmannafelagið og felagið Føroysk Miðlafólk, hava mótmælt ætlaðu uppsøgnunum í Kringvarpinum.

Men harafturat hevur Starvsmannafelagið eisini mótmælt, at Kringvarpið nú á nýggjárinum hevur sett journalist í starv og tað er her, at ketan hjá Miðlafelagnum loypir av.

At nýggjur journalistur er settur hevur als onki við uppsagnirnar at gera, sigur Miðlafelagið.

Felagið sigur, at tað var neyðugt at seta nýggjan journalist fyri ein, sum hevði sagt upp í november og starvið varð lýst leyst langt áðrenn uppsagnirnar komu upp á tal.

Tí mótmælir felagið Føroysk Miðlafólk harðliga, at hesi bæði málini verða tengd saman og tá ið Starvsmannafelagið ger tað er endamálið ikki annað enn at grugga málið við vilja.

Felagið Føroysk Miðlafólk sigur, at hetta strika undir, at Starvsmannafelagið ikki veit, hvussu eitt journalistiskt arbeiðspláss virkar.

Tí heitir felagið staðiliga á allar journalistar, sum eru limir í Starvsmannafelagnum um at melda seg úr, so at teir bara eru limir í felagnum Føroysk Miðlafólk.


Selma harmast

Selma Ellingsgaard harmast um, at hetta skal vera endað sum eitt stríð ímillum tvey fakfeløg.

- Okkara einasta áhugamál er at røkja áhugamálini hjá okkara limum og vit hava ikki gjørt annað enn tað, sum áliggur einum og hvørjum fakfelag at gera fyri at verja rættindini hjá okkara limum.

- Fyri okkum er málið rættiliga einfalt og tað er, at sjey av okkara limum standa við einum ætlanarskrivi um uppsøgn og sum fakfelag hava vit skyldu til at gera, tað vit kunnu at forða fyri, at limir okkara missa starvið.

Tí harmast hon nú um at felagið Føroysk Miðlafólk eftir hennara tykki nú hevur snarað málið so at tað nú er blivið til eitt stríð ímillum tvey fakfeløg.

- Tað er ræðuliga óheppið at hetta nú verður gjørt til eitt stríð ímillum tvey fakfeløg og eg leggi dent á, at ongin í felagnum Føroysk Miðlafólk hevur vent sær til Starvsmannafelagið yvirhøvur at viðgera málið.


Svárt at síggja

Selma Ellingsgaard sigur, at tað er eitt álvarsmál, tá ið felagið Føroysk Miðlafólk beinleiðis mælir journalistum og myndafólkum at melda seg úr Starvsmannafelagnum.

- Eg ivist í um hetta nakrantíð er komið fyri fyrr og hetta er eitt ómetaliga stórt vónbrot. Hetta er svárt at síggja, tí eg helt, at endamálið hjá fakfeløgum var at standa saman um at verja rættindini hjá løntakarunum og til henda áheitanin kom, hava vit bara sæð hetta sum eitt prinsippmál hjá einum fakfelag og ikki sum eitt stríð ímillum tvey fakfeløg, sigur Selma Ellingsgaard.

Hon staðfestir eisini, at sum støðan er nú, eru starvsfólk hjá tí almenna í okkara lítla landi limir í yvir 30 fakfeløgum.

- Vit halda, at vit áttu at roynt at savna og samstarva heldur at spjatt kreftirnar enn meiri.

Felagið føroysk Miðlafólk heldur, at tykkara framferð er tekin um, at tit skilja ikki journalistiska fakið.

- Fyri okkum er hetta eitt fakfelagsmál og onki annað. Vit hava størstu virðing fyri journalistiska fakinum. Eg skal vera tann fyrsta at viðganga, at Starvsmannafelagið er stórt og umfatandi, men tað eru so nógv serlig øki umboðað í felagnum, tí tað eru nógv fak, sum eru serlig.

Les eisini greinina: Vit verja okkara limir til tað síðsta