Kríggj er ikki loysnin

Tríggir amerikanskir kongresslimir, sum eru á vitjan í Irak, mæla stjórnini í Washington til at bíða við álopsætlanini og heldur geva irakum ein møguleika.

Teir tríggir kongresslimirnir, Jim McDermott úr Washington, David E. Bonior úr Michigan og Mike Thompson úr Kalifornia, hava á vitjanini hitt fleiri irakskar leiðarar, teirra millum varaforsætisráðharran Tariq Aziz og uttanríkisráðharran Naj Sabri.

Teir tríggir kongresslimirnir siga seg hava fingið váttan fyri, at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST fáa frítt at fara í Irak, so leingi teir virða landsins sjálvræði og átrúnað.

-Boð okkara til ta iraksku stjórnina og til okkara egnu stjórn eru greið. Kríggj er ikki loysnin. Tað eru aðrir hættir at loysa hetta málið, segði David Bonior í Bagdad í gjár.

Teir tríggir kongresslimirnir, sum allir eru demokratar, siga seg bera ótta fyri, at amerikanska hóttanin um at nýta vápnamegi fer at darva arbeiðnum hjá vápnaeftirlitsmonnunum. Teir tríggir halda, at USA og ST-trygdarráðið eiga ikki at leypa framav, men at tað er rættari at bíða og vita, um eftirlitsmenninir hjá ST fáa frítt at fara, soleiðis sum irakar hava lovað.

Republikanararnir í USA eru sum vera man ikki fegnir um Bagdad-ferðina hjá teimum trimum demokratisku kongresslimunum.

-Tá amerikanskir kongresslimir í Bagdad siga, at amerikanski forsetin villleiðir amerikanska fólkið, er talan um eitt álvarssamt mál, segði republikanski senatorurin Don Nickles í gjár. Ein av teimum kendu republikansku senatorunum, John McCain, heldur ikki, at Saddam Hussein fer at geva ST-vápnaefdtirlitsmonnunum frítt at fara, og somu áskoðan hevur republikanski leiðarin í senatinum, Trent Lott.

George W. Bush, forseti hevur fyrr funnist at teimum demokratisku kongresslimunum, sum mæla USA frá at leypa á Irak.


MYNDATEKSTUR:

Tríggir amerikanskir kongresslimir halda, at vápnaeftirlitsmenninir eiga at fáa ein møguleika, áðrenn tosað verður um at leypa á Irak. Her tingast ST og Irak um tað ætlaða eftirlitið. Fremst t. v. formaðurin hjá eftirlitsmonnunum, sviin Hans Blix.