Kríggið verður stutt

Týskir hernaðarserfrøðingar vænta, at eitt møguligt kríggj millum USA og Irak verður stutt.

Týskland fer ikki at senda hermenn til Irak at berjast saman við amerikanarunum, hevur Gerhard Schrøder, kanslari sagt, men tað forðar ikki týskum hernaðarserfrøðingum í at gera sínar metingar av einum møguligum kríggi.

Á einari ráðstevnu í Berlin um vikuskiftið søgdu týsku serfrøðingarnir, at Saddam Hussein hevur munandi færri kemisk og biologisk vápn nú, enn hann hevði fyri nøkrum árum síðani, men teir ivaðust hinvegin ikki í, at irakski forsetin fer at geva herinum boð um at nýta hesi vápn, verður landið álopið. Amerikanararnir hava sagt seg vóna, at nógvir yvirmenn í irakska herinum fara at taka til rýmingar, og tað vænta teir týsku hernaðarserfrøðingarnir eisini.

Men einki bendir á, at metingarnar hjá serfrøðingunum hava nakra ávirkan á týsku stjórnina. Joschka Fischer, uttanríkisráðharri hevur sagt NATO-aðalskrivaranum, Robertson lordi, at Týskland stendur við avgerðina um, at týskir hermenn verða ikki sendir til Irak.

Kortini er ymiskt, sum bendir á, at viðurskiftini millum Týskland og USA eru batnað nakað síðani týska valið. Tá Týskland í síðstu viku fekk sæti í trygdarráðnum hjá ST, var USA millum tey fyrstu londini at ynskja Berlin tillukku við valinum, og í hesum mánaðinum fer Joschka Fischer til Washington at vitja. Tað ljóðar eisini, at týskir diplomatar royna at útvega Gerhardi Schrøder, kanslara eina innbjóðing úr Hvítu Húsunum, og at uttanríkispolitiski samskiparin hjá ES, Javier Solana, hevur boðið sær til at virka sum semingsmaður.