Kríggið var eitt mistak

Nú fýra ár eru liðin, síðani kríggið í Irak byrjaði, eru bretar framvegis líka sannførdir um, at tað var eitt mitak at leypa á Irak.


Í hvussu er vísir ein meiningakanning hjá BBC, at 60 prosent av teimum spurdu eru sannførd um, at tað var eitt mistak at leypa á Irak fyri fýra árum síðani. 30 prosent halda, at tað var í lagi, og tey seinastu 10 prosentini vita ikki.

Kanningin vísir, at flestu bretar eru til reiðar at styðja bretskar hermenn, sum fara av landinum í neyðhjálparørindum ella fyri at forða fólkadrápi. Í slíkum førum eru 57 prosent til reiðar at stuðla hermonnunum.