Tá Jógvan Páll Johannesen í Vestmanna, í september í 1996, keypti ein nýggjan Peugeot 106 diesel fyri 119.000 krónur, roknaði hann ikki við, at hann kundi koyra 363.000 kilometrar við einum so bíligum bili.
Trúliga hevur hann koyrt ímillumVestmanna og Havnina hesi árini.
Jógvan Páll hevur, stórt sæð, koyrt allar kilometrarnar sjálvur. Bilurin
hevur verið sera økonomiskur øll árini, hann koyrir góðar 20 km/l.
Bilurin hevur skift kamreim á motorinum tríggjar ferðir, hann hevur fyri kortum skift
akkumulatorin fyri fyrstu ferð, og koblingin er ongantíð skift. Bilurin koyrir fínt enn. Jógvan Páll hevur nú keypt sær ein nýggjan Peugeot. Hesaferð ein 206 Hdi.










