Ferðslutrygd
Koyring: Støðan er ikki ókend: Tú kemur koyrandi eftir einrættaðum vegi. Og brádliga møtir tú einum bili, sum koyrir ímóti fersluni
Tú hevur kanska eisini sæð bilførarar snara inn á ein veg, har skeltini greitt vísa, at øll innkoyring er bannað.
Og tú hevur kanska eisini sæð og uppliva bilførarar sum snara til vinstru inn í eina rundkoyring.
Hetta eru alt dømi um støður, har bilførarin ikki er nóg kunnugur við tær lógir, skelti og reglur sum eru galdandi á ferðsluøkinum.
Ein háttur at bøta um hesi viðurskifti, ið kunnu gerast vandamikil fyri bilføraran sjálvan og onnur í fersluni, er við teim hugskotinum, sum arbeitt verður við í løtuni í Føroyum og í ES at herða krøvini til koyrikortini.
Ein nýggju kunngerð um koyrikort er á veg, og verður hon lýst um ein mánað ella so. Her fæst so meiri at vita um, hvørji krøv hereftir fara at verða sett føroyskum bilførarum.
100 ymisk koyrikort
Tað er rættiliga ymiskt, hvørji krøv verða sett til tey, sum taka koyrikort.
Í Føroyum og Danmark skal ein verða fyltur 18 ár fyri at fáa koyrikort og er tað galdandi til ein er fyltur sjúti ár.
Eisini í ES-londunum er rættiliga stórur munur á, hvussu leingi koyrikortini eru galdandi. Sum dømi kann nevnast, at tey sum taka koyrikort í Týsklandi fáa eitt koyrikort, sum er galdandi alt lívið, meðan svenska koyrikortið skal endurnýggjast 10. hvørt ár.
Sum nevnt her í blaðnum í farnu viku, so eru í løtuni umleið 110 ymisk sløg av koyrikortum og koyriroyndum galdandi í ES-londunum. Av hesi orsøk hevur ein í ES hildið tað verið neyðugt at samskipa krøvini, og fáa sett í gildi avmarkingar, sum skulu vera galdandi í øllum ES londunum.
Hetta arbeiðið er komið so mikið langt, at roknað verður við, at nýggju reglurnar fara at krevja, at koyrikortið skal endurnýggjast 10. hvørt ár, og at tað í hesum sambandi skulu setast serlig krøv til sjónina hjá teimum, sum eru omanfyri 45 ár.
7. hvørt ár
Ráðið fyri Ferðslutrygd (RFF) er sum vera man eisini áhugað í slíkum spurningum, og hevur tí arbeitt fram ímóti at fáa sett Nullhugsjónina í verk av álvara.
Í Ferðslutrygd er ein sjálvandi fegin um allar broytingar til frama fyri ferðslutrygdina, eisini her á landi. Hetta sæst m.a. aftur á heimasíðu teirra, tá tosað verður um hesa hugsjón.
Víst verður m.a. til orðingina í álitinum um Nullhugsjónina, har skotið verður upp, at øll, ið hava koyrikort, eiga at koma á eitt kravt ferðsluskeið 7. hvørt ár, so tey fáa høvi at dagføra sína vitan og sín førleika.
Í hesum sama áliti eru eisini gjørdar meira generellar viðmerkingar til tað at taka koyrikort.
Her verður víst á, at tá talan er um útbúgving, so er tað ein sannroynd, at verður hon ikki hildin viðlíka, so fer tað, sum lært hevur verið, so líðandi í gloymskuna.
Um koyrt verður regluliga, so verður tann praktiski parturin støðugt mentur, sum frá líður. Men verri er við tí teoretiska partinum, sum varð lærdur, tá fólk tóku koyrikort sítt á sinni, men sum kanska bert hendinga ferð skal standa sína roynd í ferðsluni.
Illa fyri
RFF vísir á, at tað munnu vera nógvir bilførarar, sum næstan bara nýta bilin í sambandi við sítt arbeiði og tey ørindi, sum gjørd verða har á staðnum.
Hjá fólki á bygd, og sum ikki arbeiða í Havn, er helst bert talan um onkran hendinga Havnartúr ella onnur støð. Á hesum støðum eru nógv fleiri vegamerkingar og skelti at hugsa um, enn bilførarin annars er vanur við í heimbygdini.
Ein onnur sannroynd er so hon, at sum árini ganga, broytast eisini býarmyndirnar við m.a. nýggjum vegum, skeltum, ferðsluljósum, vegamerkingum og rundkoyringum. Tí er kanska ikki so løgið, um mangur bilførari, ið ikki vanliga koyrir hesar leiðir, kennir seg eitt sindur ørkymlaðan.
Eitt annað og ikki minni álvaramál er so tað, at alt fleiri og fleiri føroyingar fara nú á hvørjum ári í útlondini at ferðast við húski sínum í bili. Her kunnu teir mangan koyra í ferðslukervum og undir umstøðum, sum eru fullkomiliga fremmand og tí ókend fyri mongum føroyskum bilførara.
- Veruleikin sýnir okkum eisini, at tað eru nógvir føroyingar, ið eru komnir illa fyri av hesum ávum, sigur RFF.
fyri seg
Fakta
Herd lóg
Nýggja koyrikortkunngerðin er sera umfatandi (96 paragraffir og 7 fylgiskjøl), og verður lýst um ein mánað ella so. Hon kemur eftir ætlan í gildi 1. januar 2006.
Tá hesar herdu reglurnar koma í gildi á nýggjárinum kann ein m.a. missa koyrikortið beinanvegin um koyrt verður skjótari enn eitt vist.
Ein onnur broyting verður, at á tveyhjólaðum prutli er bert loyvt einum persóni at sita t.v.s. at loyvt verður ikki at hava ferðandi við.
mynd ger bara pláss fyri eini stórari mynd á síðuni. Myndin kemur!!
Broytingar verða framdar í ferðslulógini í framtíðini, bæði tá talan er um tað at ogna sær eitt koyrikort og við møguleikunum at revsa lógarbrot