Koyrivegurin ímillum Hvannasund og Viðareiði

   

Náttina til 12. September 2004 vóru nógv skriðulop á Viðareiðisvegnum. Ongin fólkaskaði hendi hesaferð, men tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað hendir.
Viðareiðisvegurin hevur altíð verið ein vandafull farleið, orsakað av grótlopum, skalvalopum og skriðulopum.
Leiðarin á vegdeildini hjá Landsverki, Finnleif Djurhuus, segði í Degi og viku í kvøld, at onki kundi gerast fyri at tryggja verandi far-leið.
Dagliga koyrir ein stórur partur av viðingum til Klaksvíkar og aðrastaðni til arbeiðis og í skúla.
Sambært bóklinginum »Ferðslan 2003« hjá Landsverki koyra 412 akfør um dagin eftir Viðareiðis-vegnum.
Sum støðan er, sleppa skúlabørn, sum ganga í framhaldsdeildini í Klaksvík, ikki í skúla, tí bussur koyrir ikki eftir Viðareiðisvegnum, tí tað er lopið undan vegnum.
Støðan er ótolandi og Viðareiðis kommuna og allir viðingar kunnu ikki longur góðtaka ta vandafullu farleið, sum Viðar-eiðisvegurin er.
Vit fara tí at biðja Føroya Løgting beinanvegin at skipa so fyri, at neyðugur peningur verður játtaður til tunnilsgerð úr Hvannasund til eystursíðuna á Viðoynni.

???????????????????


Vinarligast

Vegna allar viðingar
Viðareiðis Kommuna
Jógvan Nybo
Kári Kallsberg
Hans Jákup Kallsberg
Bjarti Matras
Árni Absalonsen