Herfyri setti Annika Olsen, landsstýriskvinna, ein arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar at gera koyritekniska breyt í Føroyum. Eftir fyrsta fundin varð Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, valdur sum formaður í bólkinum.
Jákup Jacobsen, sigur við heimasíðuna koyrilararin.fo, at hann ivast ikki eina løtu í, at stórur tørvur er á einum koyritekniskum anleggi í Føroyum. Tað er eisini ein grundleggjandi partur í ferðslufrálæruni, at næmingarnir fáa frálæru í einum sokallaðum “grulvigarði”, sum er eitt innigirt øki, til teir fyrstu koyritímarnar í skúlavogni við grundleggjandi koyrifrálæru.
Í nýggju koyrifrálæruni stendur nevniliga, at øll sum skulu ogna sær eitt koyrikort skulu teir fyrstu tímarnar gjøgnumføra verkligu koyringina á einum slíkum øki. Sera týdningarmikið er eisini, at bilførarar læra síðsta part av útbúgvingini, sum er frálæra á einum koyritekniskum anleggi, og somuleiðis hvussu akfarið skal handfarast í hálku og undir torførum umstøðum yvirhøvur.
Spurdur um hvar eitt tílíkt anlegg eigur at liggja, svarar Jákup Jacobsen, at flestu koyriroyndirnar eru í miðstaðarøkinum, og tí er best at eitt anlegg liggur onkustaðni á tí økinum, og at staðið er veðurgott.
Jákup hevur heilt frá byrjan verið av tí áskoðan, at eitt komandi koyriteknisk anlegg skal vera á privatum hondum. Til spurningin um nær hann væntar at eitt anlegg stendur liðugt bygt, svarar hann at hansara realistiska boð er í 2015.