Í morgun varð frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum sum Anniku Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, setti í august 2009, at kanna møguleikarnar fyri eini koyritekniskari breyt í Føroyum, handað henni á tíðindafundi í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi.
Í arbeiðsbólkinum sótu: Jákup Jacobsen, formaður, fyri Akstovuna, Gudrun M. Nolsøe, skrivari í Innlendismálaráðnum, John Martin Olsen og Helgi Magnussarson frá løgregluni, Sølvi Reinert Hansen frá Ferðslutrygd, Mikkel Heide Frandsen frá Landsverki og Jari Lykke frá Koyrilærarafelagnum.
Arbeiðsbólkurin mælir til, at skjøtul verður settur á at skipað eina koyritekniska breyt í Føroyum.
Lagt verður upp til politiska myndugleikan at avgera staðseting av eini slíkari breyt, men øki í Saksunardali er vælegnað út frá eini heildarmeting.
Koyritekniska breytin skal fevna um bæði girt venjingarøki (grulvigarð) og koyritekniska venjingarbreyt við hálkubreyt. Samlaða økið verður millum 80 og 100.000 m2 (umleið 500 m x 200 m).
Mælt verður eisini til at gera ein ferðslutrygdardepil á økinum, har fyribyrgjandi arbeiðið hjá RFF er náttúrligur partur av deplinum. Málbólkarnir eru alt frá barnagarði til framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnám, koyriskúlar, eftirútbúgving av vaksnum og skeið fyri eldri fólkum.
Bólkurin mælir til, at íløgan verður fíggjað við játtan á fíggjarlógini, og raksturin verður fíggjaður við brúkaragjøldum við serstakari rakstrarjáttan á fíggjarlógini ella boðið út til privat fyritakssemi at reka.
Íløgan er mett at kosta millum 29 og 35 mió kr. uttan mvg. Hendan íløgan verður mett at vera samfelagsliga gagnlig, sæð í ljósinum av at árligi meðalkostnaðurin av ferðsluvanlukkum í Føroyum í 2001 var 193 mió kr. sambært álitinum um Nullhugsjónina. Íløgan kann verða gjørd í stigum.










