Allarbestu vetrardekkini eru tey, við bleytari gummiblanding og nógvum lammelum. – Hesi eru tey bestu í kava, sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Super Dekk í Havn.
Tað, sum fólk vanliga rópa heilársdekk, er í veruleikanum vetrardekk uttan píkar. Hesi selja tey nógv av í Føroyum, og verða tey brúkt alt ári, tí tey hava jú ongar píkar. Fríðrikur Bláhamar sigur, at hesi eisini eru góð vetrardekk.
Tó eru tey ein falskur tryggleiki, um tey eru niðurslitin, á sama hátt sum tað er við píkadekkum uttan píkar, heldur Fríðrikur Bláhamar.
Hann er júst afturkomin av ráðstevnu uttanlands, har millum annað píkadekk vórðu roynd á ísi. Tá vístu píkadekkini seg at vera nógv tey bestu. Men sum tað so áður ofta er ført fram, er tað ógvuliga sjáldan, at vit hava veruligan ís á vegum okkara. Kavaveður hava vit mangan og tá er tað, at vetrarlamelldekkini við bleytu gummiblandingini eru tey bestu.
Bót at nýta summardekk
Í øllum tosinum um góð dekk og minni góð dekk, hevur Fríðrikur Bláhamar hug at venda trupulleikanum eitt sindur á høvdið og sigur, at koyra fólk eftir umstøðunum, so eigur einki óhapp at henda.
Spurningurin er so, um fólk koyra eftir umstøðunum, tá tey koyra við summardekkum um veturin? Fríðrikur Bláhamar vísir til Týsklands, har tað er soleiðis hátta við summardekkum um veturin, at gert tú eitt óhapp í hálku við summardekkum, so fært tú eina bót fyri ikki at vera rætt skøddur.
Speiskliga heldur Fríðrikur Bláhamar fyri, at vit í Føroyum eru serfrøðingar í at eftirlíkna tí, sum danir gera, og tá danir altíð eftirlíkna tað, sum týskarar gera, so ganga helst nøkur ár, áðrenn hetta verður galdandi í Føroyum.
Eftirlýsir havarínevnd
Eitt sum føroyingar tó kundi kopiera frá dønum, og tað ongantíð ov skjótt, er at fáa eina havarínevnd á landi, heldur Fríðrikur Bláhamar. Hann vísir á, at tá eitthvørt hendir á sjógvi, fer beinanvegin ein havarínevnd í gongd at gera eina kanning.
– Hesa havarínevndina hava vit ikki á landi, men tað verið gott. Hvørja ferð eitt óhapp var, so gjørdi havarínevndin sínar metingar, sum kundu vera grundarlag fyri nøkrum hagtølum við ársenda, sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Super Dekk.