Koyrir ikki so gott

SPARINGAR Orsakað av sparingum hevur Akstovan handað fýra starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn til hoyringar. - Inntøkur okkara eru støðugt minkaðar hesi seinastu trý árini, sigur stjórin, Jákup Jacobsen

Tað var í sambandi við uppskotið til fíggjarlóg fyri 2011, at Innlendismálaráðið hevur álagt Akstovuni eitt krav um at hava avlop í 2011 uppá 1,25 mió krónur.

- Fyri at røkka kravinum, hevur leiðslan framt enn fleiri sparingar í rakstrinum. Men nú slepst ikki undan at siga starvsfólkum úr starvi, fyri at halda játtanina í 2011, vísir stjórin á Akstovuni á.

Leiðslan á Akstovuni hevur havt ymisk atlit fyri eygað, í sambandi við avgerðina um, hvørji starvsfólk ið skulu sigast úr starvi. Her verður miðað eftir, at uppsagnirnar í minst møguligan mun skulu minka um effektivitetin, fleksibilitetin og tænastustigið á stovninum.

Leiðslan hevur tí gjørt av, at siga eitt fulltíðar starvsfólk úr starvi úr hvørjari av teimum trimum útførandi deildunum, nevniliga Sýnsdeildini, Koyrikortdeildini og Akfarsdeildini, umframt eitt starvsfólk í tíðaravmarkaðum starvi í Akfarsdeildini.


Ávirkan

Hóast leiðslan nú hevur tikið hetta stigið, slepst tó ikki undan avleiðingum, sum viðskiftafólkini fara at merkja enn meira:

Færri bilar fara at vera sýnaðir; bíðitíðirnar at sleppa til sýn við bilinum og til verkligar koyriroyndir fara at økjast munandi; harafturat má roknast við longri avgreiðslutíðum við skráseting av bilum, eins og tænastustigið sum heild versnar.

Inntøkurnar hjá Akstovuni eru minkaðar munandi seinastu trý árini. Fyri at røkka avlopskravinum í 2009 uppá 900 tús. kr., framdi Akstovan á heysti í 2008 stórar sparingar í rakstrinum uppá 2,2 mió. kr., svarandi til umleið 17%.

Í verandi rakstrarári halda inntøkurnar fram at falla, men hóast hetta skal Akstovan vísa eitt avlop í 2010 uppá 713.000 krónur.

- Hetta klárar raksturin ikki, og tí hevur Innlendismálaráðið biðið løgtingið um eina eykajáttan til Akstovuna uppá 600.000 krónur.

- Vit harmast um avleiðingarnar av uppsøgnunum, men hevur sum er, ikki møguleikar at bøta um, sigur altso Jákup Jacobsen, stjóri á Aktstovuni.





MINKAR

Boðini til Akstovuna eru, at tey skulu hava eitt yvirskot, samstundis sum inntøkurnar falla. Tí hevur verið neyðugt at siga starvsfólki upp, fyri at røkka hesum málunum

(tilvildarlig savnsmynd)