Tey, sum hava meira enn 20 kilometrar til arbeiðis, hava rætt til ferðaendurgjald frá Taks.
Fólk søkja vanliga um ársskiftið fyri hálvárið frammanundan, og so aftur tá ið árið er hálvrunnið.
Í fjør gekk ikki long tíð, til Taks rindaði endurgjaldið, men fleiri teirra, sum søktu um ársskiftið, hava framvegis ongan pening fingið.
Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks sigur, at orsøkin er vantandi arbeiðsorka. Í fjør vórðu nógvar kreftir brúktar uppá at avgreiða umsókninar skjótt, men ta orkuna hevur Taks ikki nú.
Hesa ferð kunnu øll ikki vænta at hava fingið ferðaendurgjaldið fyrr enn í mai.
Hann upplýsir, at Taks ikki hevur avgreitt meira enn helvtina av teimum umleið 5.00o umsóknunum, sum komu inn um ársskiftið.
Umsóknirnar eru í pappírsútgávu, og hvør umsókn verður tí viðgjørd í hond.
- Tað hevði gingið nógv skjótari, um umsóknirnar vóru digitalar, og politiskt verður arbeitt við at gera eina slíka skipan, sigur Eyðun Mørkøre