Koyringin og siglingin aftur í rættlag á miðdegi

Aftur í gjár og í dag er ólag á ferðaætlanini hjá Strandferðsluni, bæði á sjógvi og landi. Men nú á miðdegi kemur ferðasambandið aftur í rættlag.

Tað hevur verið nógvur vindur og tað hevur ført við sær, at tað ikki hevur verið ráðiligt at siglt ella koyrt á summum rutum hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum.

Men Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at tað eru ikki líkindini á sjónum, sum hava elvt til seinkingar í siglingini, tí í morgun er útsynningur og tað er fínasta ætt hjá Smyrli at sigla ímillum Suðuroy og Havnina.

Men tað eru atløguviðurskiftini í Havn og í Nólsoy, sum eru trupulleikin.

Í morgun segði hann 28 metrar um sekundið á Molanum í Havn og tað er ov nógvur vindur til, at Smyril hættar sær inn um.

- Tí gjørdi skiparin av bara at verða liggjandi í Suðuroy, heldur enn at liggja og sigla aftur og fram í Nólsoyarfirði.

Skiparin á Smyrli sigur, at fær Smyril eina hvirlu á 26-28 metrar á seg, fáa teir onki gjørt og so missa tey skipið og tað er ómøguligt at taka tann vágan.

Samstundis segði hann 33 metrar um sekundið á Glyvursnesi.

Smyril avlýsti eisini siglingina í gjárkvøldið, men Jens Petur Brattalíð sigur, at hóast Smyril hevði siglt í gjárkvøldið, hevði hann heldur ikki sloppið frá bryggju í Havn í morgun.

Siglingin hjá Smyrli verður tikin upp aftur á miðdegi, tá ið hann fer av Krambatanga og tað, ið eftir er av degnum, siglur hann eftir ferðaætlanini.

Nú minkar vindurin nógv og hann er útsynningur í ættini, sum er besta ætt at sigla ímillum Suðuroy og Havnina, so tað vera góð líkindi seinni í dag.

Ternan fór eisini til Nólsoyar í morgun, men mátti venda við, tí tað var ov nógvur vindur at leggja at í Nólsoy, so hon vendi aftur.

Hon fer aftur í sigling úr Havnini klokkan 12.30.

Eisini Bygdaleiðir hava avlýst.

Bygdaleiðir í Suðuroy hava ikki koyrt, men koyra aftur í sambandi við Smyril.

Men hann segði upp í heilar 44 metrar um sekundið á Kaldbaksvegnum í morgun og tískil koyrdu bussarnir til Klaksvíkar og á flogvøllin bara ein túr í morgun, so avlýstu teir restina.

Bussurin til Klaksvíkar fer úr Havnini klokkan 12.10 og klokkan 13.30 úr Klaksvik og flogrutan fer úr Havnini klokkan 13.00 úr Havn og aftur úr Sørvági klokkan 14.05.