Ákoyringar níva

Føroyingar, ið arbeiða og rinda skatt uttanlands, fáa ofta ákoyringar fyri hetta, tá teir eru heima. Høgni Davidsen er DIS’ari, og bæði hann og konan Anna Sofía Næs fáa javnan at vita, at tey snúlta upp á onnur. Tey skilja væl, at fólk halda skipanina vera órættvísa, men halda tað hinvegin verða skeivt, at tey persónliga skulu standa til svars fyri eini skattaskipan, ið tey hvørki hava gjørt ella biðið um.

Ingolf S. Olsen
----
Anna Sofía er næstan full­gingin við fyrsta barninum, og hon og Høgni eru júst flutt í nýggj, snotulig hús í Sørvági við góðum útsýni út á vágna. Inni er sera hugnaligt. Har er snøgt og stílreint, men uttan at vera prangandi. Uttanfyri stendur ein svartur Citroën C5 stationcar.
Ein ung, eydnurík familja við lívinum framman fyri sær, sum er væl fyri, men sum á ongan hátt roynir at hevja seg upp um føroysku meðalfamiljuna í lívsstíli.
Hóast tey óivað hava ráð til tað, um ikki so góð ráð, sum rættiliga nógv onnur halda tey hava.
Tí Høgni er DIS’ari. Hann siglir sum yvirstýrimaður við danska offshore-reiðarínum Esvagt, og fær í næstum up­p­stigað pappírini, so hann kann mynstra sum skips­før­ari.


Skilir atfinningar
Lønin er góð, og hon verður betri, um hann fær allar stríp­­urnar á ermuna og fær skip at føra.
Og so rindar hann ikki skatt. Ella tað halda í øllum førum nógv fólk, at hann ikki ger, tí skatturin kemur ikki í føroyska landskassan og enn minni í kommunukassan. Tískil eru tað eisini mong, ið halda, at Høgni nassar upp skattafíggjaðu tænasturnar her heima.
– Eg skilji heilt óluksáliga væl, at nógv fólk hugsa so, og ákærurnar eru heldur ikki heilt skeivar. Eg rindi runt roknað trý prosent av míni inntøku til ymisk sosial gjøld í Føroyum, eitt nú til Heilsutrygd, Bar­­sils­­­­grunnin og Ar­beiðs­­marknað­areftirløn­ar­grunnin. Men ann­ars sleppi eg uttan kostnað, sjálvt um eg havi brúk fyri somu al­mennu tæn­astunum sum øll onnur. Um alt gongur væl, verður til dømis ikki leingi, áðrenn vit fáa brúk fyri ein­um kommunalum dag­stovna­plássi, sigur Høgni.
Men kortini nívir tað, tá atfinningarnar verða ov persónligar, og tað verða tær ov ofta.

Prikini pína
– Tað botnar oftast í fávitsku. Nógv halda, at vit bara sleppa undan at gjalda skatt. Men DIS er ein nettolønarskipan, har reiðaríið fær skattin sum almennan stuðul. Stóð tað til mín, vildi eg heldur enn fegin, at skatturin fór til land og kommunu í Føroyum, men eg havi hvørki gjørt ella biðið um skipanina, og fái tíans­heldur onki gjørt við hana, staðfestir Høgni.
Anna Sofía sigur, at hon eisini ofta verður prikað við, at maðurin er DIS’ari.
– Tað eru viðmerkingar, sum “tað mátti ikki veri neyð­ugt hjá tær at arbeitt, tí maður tín er DIS’ari og slepp­ur undan at gjalda skatt”. Nógv verður bara sagt í skemti, men ofta er álvari tó aftanfyri. Eg skilji væl, at fólk halda, at øll eiga at gjalda fyri almennu tænasturnar, og tað haldi eg eisini sjálv. Men tað er særandi at fáa býttisligar viðmerkingar frá fólki, um at vit snúlta. Tey flestu siga tílíkt, tí tey vita ikki betri, men rein øvund er ikki óvanlig. Øvundin rak­ar øll, sum eru undir øðr­um skattaskipanum enn tí føroysku, og sum tískil kanska sleppa eitt sindur bíligari. Men eg haldi, at tey, sum eru óð um hetta, eiga at slappa av og í øllum førum fara eftir bóltinum heldur enn manninum, sigur hon.
Anna Sofía arbeiðir á ellis- og røktarheiminum á Sýnini í Miðvági, men hevur barsilsfarlovyi nú.
-– Eg gjaldi skatt sum øll onnur, tá eg arbeiði, so tað kann vera irriterandi at lurta eftir, um eg skal hoyra ov nógv fyri, at Hgni er DIS’ari, sigur hon.

Ringt at broyta DIS
Høgni heldur tað vera eitt gott hugskot, at lands­stýris­maðurin í fíggjarmálum nú roynir at fáa broytt norð­urlendsku millumlanda skatta­avtalurnar, men vænt­ar, at tað verður meira enn trupult at gera broytingar í DIS-skipanini til frama fyri føroyska landskassan og kommunukassarnar.
– Øll hugsanin aftanfyri DIS er, at donsku reiðaríini skulu fáa manningaskattin sum ein beinleiðis stuðul. Har er neyvan nakað at koma eftir hjá Jørgeni, men kanska hevur hann størri møguleika við hinum skipanunum. Eydn­­ast tað honum at fáa nakrar skattakrónur heim frá føroyingum, sum sigla ella arbeiða uttanlands, so haldi eg, at pengarnir fyrst og fremst skulu koma komm­ununum til góðar, tí tær missa mest av verandi støðu, sigur hann.
Ofta hava røddir verið frammi um eisini at krevja skatt her heima frá før­oy­ingum, sum sigla undir DIS ella øðrum nettolønar­skipanum, ella leggja onnur eyka gjøld á teir. Men hesum er Høgni Davidsen staðiliga ímóti.

Fólk rýma
– Vit gjalda jú óbeinleiðis skatt til reiðaríið, so tað er skeivt, tá tað ofta verður sagt, at vit heilt sleppa undan at gjalda nakað. Eg haldi tað vera í fínasta lagi, at eg skal rinda hasi trý prosentini av lønini fyri sosial gjøld í Føroyum, og eg persónliga hevði kanska eisini klárað at goldið eitt sindur meira. Men nógvir klára tað ikki, tí teir og teirra familjur hava lagt alt lívið til rættis eftir verandi skipan. So eitt er heilt sikkurt, at er ætlanin at dupultskatta DIS’ararnar, so rýmir meginparturin av teimum av landinum, slær hann fast.
Hann vísir eisini á, at DIS-skipanin í onkrum førum hóast alt er til fyrimuns fyri føroysku kassarnar.
– Eg rindi barsilsgjald í Føroyum, men tá eg í næstum fari í bar­sils­far­loyvi, verður tað Esbjerg Kommuna, ið rindar fyri tað. Eg fái nevniliga løn frá reiðarínum í barsilstíðini, og danska skipanin er so­leiðis, at reiðaríið fær hesar pengarnar endur­rind­aðar frá heim­staðar­kommununi hjá reiða­rínum, sum í hesum før­in­um er Esbjerg. Eisini fái eg danskan rentustuðul til nýggju húsini, greiðir Høgni Davidsen frá.

-------


Henda samrøðan varð gjørd miku­dagin, og í gjár­kvøldið átti Anna Sofía Næs eina væl­skapta gentu á føði­deildini á Lands­sjúkra­húsinum.