Koyrilíkindini: Roknast kann við hálku

Boðað hevur verið frá, at roknast kann við nógvum vindi, ella stormi. Hetta er tó ikki galdandi enn, men kemur óivað seinni.

 

Sambært koyrilíkindunum hjá landsverk.fo, so er tað hálka, ið ger um seg í løtuni.

 

Landsverk sigur soleiðis um koyrilíkindini um 20 tíðina í kvøld:

 

 

 

Gjáarskarð - kl. 19:45 Boða verður frá hálku

 

Dalavegur til Viðareiðis  - kl. 19:55 Roknast kann við hálku

 

Kambsdalur - kl. 20:00 Roknast kann við hálku

 

Tjørnuvíkarvegurin - kl. 20:00 Roknast kann við hálku

 

Høgareyn - kl. 20:00 Roknast kann við hálku