Koyrilærarnir vilja hava grulvigarð og hálkubreyt

Men innan ferðslutrygdin kann bøtast um, má lógin fyrst broytast

Koyrilærarar í Føroyum hava í nógv ár ynskt sær eina hálkubreyt ella ein sonevndan grulvugarð at nýta í frálæruni. Ein tílíkur grulvigarður, meta teir, er við til at økja um ferðslutrygdina. Í hesum sambandinum hevði Koyrilærarafelagið herfyri ein danskan koyrilærara í Føroyum, sum helt ein fyrilestur, um hvussu ein tílíkur grulvigarður best verður gjørdur og nýttur. Danin helt eisini ein fyrilestur fyri Landsstýrinum, ið skal fíggja ein møguligan grulvugarð.

Ein grulvugarður er í veruleikanum ikki annað enn eitt øki, har komandi bilførarar, við hjálp av keylum og øðrum tólum, læra at stýra bilinum. Samstundis er økið asfalterað soleiðis, at møguleiki er fyri at skapa hálkulíknandi viðurskifti. Hetta verður gjørt á tann hátt, at økið hellur nakað, og so verður vatn koyrt á breytina, so at bilurin í veruleikanum fer í vatnglíðing.

Í Tórshavn høvdu nakrir koyrilærarar, eitt minni øki á Sundi, ið teir nýttu sum grulvigarð, men hálkubreyt, hava vit ikki havt í Føroyum áður.

Í sínum fyrilestri, greiddi danski koyrilærarin m. a. frá, at hóast talið á bilum á donskum vegum er økt við 40% seinastu árini, so er ferðsluvannlukkutalið minka við 30%, og í hesum sambandinum meinti hann, at frálæra á hálkubreyt hevði týdning.

Í Danmark er tað lógarkrav, at øll tey sum taka koyrikort skulu koyra sínar fyrstu 7 tímar í einum grulvigarði.

Eftir fundin og fyrilesturin, sum Koyrilærarafelagið hevði við Lansstýrið, fekk Koyrilærarafelagið til uppgávu at kanna kostnaðin av einari tílíkari koyribreyt, og hvar hon møguliga skal liggja.

Síðani skal Landsstýrið avgera um ein lógarbroyting skal gerast, soleiðis at tað eisini í Føroyum verður kravt, at øll, sum taka koyrikort, fyrst skulu royna seg í einum grulvigarði. Koyrilærarafelagið sigur, at eingin grulvigarður ella hálkubreyt verður gjørd fyrr enn tað verður eitt lógarkrav.

Í seinastu viku hevði koyrilærarin fyrilestur fyri teimum og fyri Landsstýrinum um hví ein tílík koyribroyt hevur tðdning í koyrifrálæruni, og um hvussu Grulvigarðinum er eitt øki har teir komandi bilføraranir skulu læra at stýra einum bili áðrenn teir fara út í ferðsluna við skúlabilinum. Í Danmark er lógarkrav at øll sum taka koyrikort skulu koyra í 7 tímar í grulvigarði og á hálkubreyt innan tey sleppa at royna seg í vanligu ferðsluni.

Væntandi fáa tey, sum skulu taka koyrikort í Føroyum um ikki alt ov langa tíð eina hálkubreyt og ein sonevndan grulvugarð

Ætlanir um at gera eina, til tey sum skulu taka koyrikort .