Seinnapartin í dag verður minni vindur av útsynningi og vesturi, skýggjað og stundum regn, og tað verður millum eitt og fimm stig.
Landsverk boðar frá nógvum vindi á fleiri vegastrekkjum. Soleiðis stendur um koyrilíkindini:
- Dalavegur til Viðareiðis - Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Gjáarskarð - Stormur, í hvirlunum upp til 36 m/s
- Kambsdalur - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Gøtueiði - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Norðskálatunnilin, Eystanfyri - Andøvsgul, í hvirlunum upp til 30 m/s
- Streymnes - Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Høgareyn - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Á Sandavágshálsi - Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - ódn, í hvirlunum upp til 41 m/s
- við Velbastaðháls - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 25 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s
- Porkerishálsur - Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s










