Koyrilíkindini í kvøld

Stormur í hvirlunum og hvassur vindur.

Landsverk boðar í kvøld frá stormi í hvirlunum í støðum, og hvøssum vindi, so ymsastaðni er ráðiligt hjá bilførarum at ansa sær.

 

 

Á Norðadalsskarði á Oyggjarvegnum er stormur í hvirlunum, og annars er hvassur vindur og skrið í støðum.

 

 

Landsverk sigur um koyrilíkindini í kvøld:

 


Gjáarskarð  - kl. 22:54 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s

Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin  - kl. 22:50 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s

Oyggjarvegur við Norðadalsskarð  - kl. 22:55 Stormur, í hvirlunum upp til 30 m/s

Ørðaskarð, Fámjinsvegurin  - kl. 22:59 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s

Porkerishálsur  - kl. 22:55 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s