Sambært skipanini hjá Landsverk, so muga bilførarar vísa ans í ferðsluni í morgun, tí boðað verður frá hálku á trettan støðum kring landið.
Ávarað verður um hálku í Klaksvík, á Gjáarskarði, í Kambsdali, á Gøtueiði, á Oyndarfjarðarvegnum, í Runavík, eystanfyri Norðskálatunnilin, á Høgareyni, á Sandavágshálsi, í Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, á Sundi og í Hvalba.
Harumframt boða veðurstøðirnar hjá Landsverk frá nógvum vindi á tveimum støðum. Á Høgareyni er skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er skrið, í hvirlunum upp til 40 m/s.