Kristian Stórhamar, sum er byggileiðari í Sandoyartunlinum fyri NCC, væntar, at liðugt verður at asfaltera koyribreytina í tunlinum um ólavsøkutíð.
Tá verður so bara slitlagið eftir, ið verður tað seinasta, sum verður lagt á, áðrenn tunnilin letur upp.
- Tað er altíð nógv, sum skal gerast fyrst, áðrenn asfalt kann leggjast á, men síðan tunnilin varð skotin ígjøgnum, hava vit asfalterað umleið 14. hvønn dag, og einir 500 til 600 metrar verða asfalteraðir hvørja ferð.
Byggileiðarin sigur, at tá slitlagið seinni verður lagt á, gongur tað so nógv skjótari, tí tá er alt, sum liggur undir asfaltinum, lagt frammanundan.
- Eg vænti, at vit kunnu leggja stívliga hálvan kilometur av slitlagi á um dagin, og tí fer hetta arbeiðið ikki at taka meira enn einar 3-4 vikur, sigur Kristian Stórhamar.
Eitt annað arbeiði, sum nú er byrjað í Sandoyartunlinum, er stoypingin av portalinum á Gomlurætt. Her hava teir ein sonevndan portalvogn, sum stendur á hjólum og koyrir á skinnara.
- Hetta er sami vognur, sum varð brúktur til portalarnar, tá Eysturoyartunnilin varð bygdur.
Kristian Stórhamar vísir á, at vognurin, sum kann skrúvast upp og lorast niður, er einar átta metrar langur og so hvørt, sum stoypt verður, verður vognurin fluttur út úr tunnilsmunnanum.
- Byrjað verður einar tríggjar metrar inni í tunlinum, har betongið eisini skal bindast í tunnilsveggin. Tá stoypt er, og betongið er tornað, verður vognurin fluttur út eftir, og síðan verður aftur stoypt.
Byggileiðarin vísir á, at portalurin á Gomlurætt verður stívliga 20 metrar langur, sum merkir, at vognurin skal flytast tríggjar ferðir.
- Í Traðardali, har benið til tunnilsmunnan er lægri, verður portalurin munandi longri. Tað merkir, at her verða fleiri flytingar við portalvogninum og fleiri stoypingar.
Kristian Stórhamar vísir á, at tá portalar í eitt nú Vága-og Norðoyatunlinum vórðu stoyptir, var ikki møguligt at koyra út og inn gjøgnum tunnilsmunnan.
- Men, hesin portalvognurin er soleiðis bygdur, at tað er koyrandi bæði inn og út, meðan portalurin verður stoyptur, sigur byggileiðarin.
##med2##