Boðskapurin til politisku skipanina er, at broytingar mugu til í føroyska samfelagnum.
Fyri at skapa eina góða framtíð í Føroyum mugu broytingar gerast. Ta fatan hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag, og fer felagið tí í nýggja bóklinginum »Koyrið so á motorin« at greiða nærri frá, hví so er, og at koma við tilmælum um broytingar, sum verða lagdar fram hósdagin.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, væntar gott samstarv við politisku flokkarnar, sum fara at skipa samgongu eftir løgtingsvalið:
– Føroya Arbeiðsgevarafelag er til reiðar at geva sítt íkast til politiska arbeiðið at finna eina haldgóða kós fyri Føroyar, tað skal ikki standa á.
Um vit samanbera okkum við Norðurlond, so framleiða føroyingar minni fyri hvønn íbúgva. Vøksturin í føroyska búskapinum er ov lítil. Vøkstur í búskapinum er avgerandi fortreyt fyri, at lond kunnu varðveita vælstandin í landinum. Tað eigur at vera greitt fyri okkum øll, at vøkstur, vælstandur og vælferð ikki er nøkur sjálvfylgja.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera avgerandi, at neyðugar avgerðir verða tiknar og politiskar ætlanir framdar í verki. Neyðugt er, at politiska skipanin letur støðugar orrustur um smámál fara og í staðin fer undir arbeiðið við stóru samfelagsmálunum, ið liggja og bíða. Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir tí eina greiða og haldgóða ætlan frá politisku skipanini um, hvør kósin fyri føroyska samfelagið skal vera. Við øðrum orðum, so er stundin komin at koyra á motorarnar.