Ítróttarklumman
Seinasta vikan hevur mest sum sett landsdystarmet. Og fyri áskoðarar, lurtarar, lesarar og hyggjarar hevur talan verið um satt krás. Rás2 hevur sent beinleiðis frá fýra dystum, Sjónvarpið hevur sent beinleiðis og forskotið frá fimm dystum, meðan Útvarpið hjá Kringvarpinum hevur verið beinleiðis tríggjar ferðir umframt at hava sent frá kappróðri og Vodafone-deildini.
Saman við blaðdekinginum, ið hevur verið mest sum á tremur, hevur hetta givið føroyskum ítróttarfjepparum eina sera undirhaldandi viku, sum í intensiteti einans kann matchast av Oyggjaleikum, har talan jú er um heila viku við mest sum non-stop ítróttarhendingum.
Hóast onkur kanska vil føra fram, at intensivi miðladekningurin kann minka um áhugan millum áskoðarar, so var eingin ábending um hetta í vikuni, sum fór. Kanska tvørturímóti, tí har miðlarnir høvdu varpað mest ljós á, var áhugin eisini stórur.
Tað er tó ikki fyrstu ferð – men heldur ein afturvendandi hending – at áskoðarar í Havn eru nakað deydligir, tá tað ræður um at stuðla sínum liði. Kanska skal tað meira til enn onkur hendinga landsdystur at imponera havnarborgarar, ella kanska er orsøkin ein heilt onnur. Men í øllum førum er talan um eitt faktum, sum hevur víst seg fleiri ferðir, og sum eisini varð undirstrikað av dygga og ljódliga stuðlinum, sum flogbóltskvinnurnar fingu ávíkavist í Trongisvági og Sørvági.
Tað kann væl vera, at tað sømir seg einum høvuðsstaði, at landsdystir eiga at spælast har. Men so mugu høvuðsstaðarbúgvarnir eisini geva tann stuðul, sum tað sømir seg at geva einum landsliði.
Og sum síðuvinningur – um fleiri dystir vórðu fluttir úr høvuðsstaðnum – hevði talan eisini verið um breiðari eksponering av ítróttini. Og tað vildi væl verið ein vinningur, sum ymsu sersambondini høvdu sagt ja-takk til.
Og so eitt afturat. Tað eru altso Føroyar, sum hava heimavøll. Alt gott um føroyskt gestablídni, men tað var mest sum margháttligt at hoyra, hvussu stóran ómak hallarvarparin gjørdi sær við úttaluni av italsku spælaranøvnunum leygardagin. Enntá somiki nógv, at tað føroyska til tíðir fekk italska dialekt. Tað kann bara virka til at mótstøðan kann kenna seg enn betur á vøllinum, og tað er ikki meiningin. Nei, sigi nøvnini – eisini donsk nøvn – á so ballandi føroyskum, at mótstøðan hevur ilt við at skilja, hvat sipað verður til. So kann føroyska gestablídni heldur bíða til eftir dystin!