Nú um vikuskiftið hevur løgreglan verið á ferð við tí endamál at kanna hvørjum standi, prutl vóru í, og hvussu skjótt tey koyrdu. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi vórðu tvey prutl tikin sum vórðu broytt soleiðis at tey koyrdu meiri enn tvær ferður so skjótt, sum tey hava loyvi til.
Talan var um tvey lítil prutl, sum hava loyvi at koyra 30 kilometrar um tíman, men hesi prutlini, sum vórðu tikin, koyrdi ávikavist 68 og 74 kilometrar um tíman. Prutlførararnir báðir vóru blaðungir, tí annar var 15 ár og hinvar 16 ár.
Tað eru tvey sløg av prutlum. Annar bólkurin eru lítil prutl, sum hava loyvi at koyra 30 og har aldursmarkið fyri at fáa koyrikort er 15 ár. Hin bólkurin er stór prutl, sum hava loyvi til at koyra 45 og har aldursmarkið fyri at fáa koyrikort, er 16 ár.
Tað hevur verið funnist at skipanini við lítlum prutlum, sum bara kunnu koyra 30, tí mong halda, at tey eru ein vandi í ferðsluni, tí tey koyra so seint, at tey seinka ferðsluni og provokera til yvirhálingar. Tað hevur eisini verið funnist at tí, at aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tey lítlu prutlini varð lækkað niður í 15 ár, tí mett verður ikki, at tey eru búgvin at koyra prutl.
Men í ólavsøkurøðu síni í Løgtinginum ólavsøkudag, upplýsti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at endamálið er at avtaka skipanina við lítlum prutlum, sum koyra 30 kilometrar um tíman. Frameftir skal tað sostatt bara verða eitt koyrikort til prutl, og tað er til prutl, sum kunnu koyra 45 kilometrar um tíman.