Talan var um landsveg, har ferðin í mesta lagi skal vera 80 km um tíman. Men upp á stutta tíð skrivaði løgreglan seks bilførarar fyri at koyra ov skjótt.
Tveir fingu bót fyri at koyra ov skjótt, men kortini undir 100 km um tíman. Tríggir fingu eisini klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu bein oman fyri 100.
Tann sætti misti koyrikortið treytað, tí ann koyrdi 115 km um tían. Hann verður tí noyddur at taka koyrikortið av nýggjum, annars missir hann tað.