Koyrdu ov skjótt fram við arbeiðsøki

Tað kann kosta nógv at koyra ov skjótt fram arbeiðsøki, har ferðmarkið er niðursett

 

Í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar í Ørðavík, har ferðin varð niðursett, tí eitt vegarbeiði fór fram.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir frá, at teir, ið arbeiddu har, høvdu ring til løgregluna, tí teir hildu ikki at tað hjálpti nakað, at skelti vóru sett upp um, at ferðin skuldi niður.

Tí fór løgreglan á staðið og tók ferðmátingar og tosaði við nakrar bilførar, sum fingu ávaring.

Bøtur vórðu ikki givnar, tí, sum vaktleiðarin sigur, viðhvørt velja tey heldur at ávara fólk fyrst, fyri síðani at gera álvara av, um tað ikki hjálpir.

Og tað kann vera dýrt at koyra ov skjótt har, sum ferðmarkið er niðursett. 

Tað vanliga er, at um tú koyrir 20 km/t ov skjótt, so gevur tað eitt klipp í koyrikoritð. Og koyrir tú 30 km/t ov skjótt gevur tað treytaða frádøming av koyrikortinum. Men reglarnar eru skerpaðar, tá talan er um økið, har ferðmarkið er sett niður. Koyrir tú tá 15 km/t meira enn ásett er, so fært tú klipp í koyrikortið. Og koyrir tú 20 km/t ov skjótt í mun til niðursetta ferðmarkið, so fært tú treytaða frádøming. Tað vil siga, at um ferðin er sett niður til 30 km/t, so kanst tú missa koyrikortið fyri at koyra 45 km/t.

Løgreglan hevur eisini gjørt ferðmátingar, og har var ein bilførari máldur til at koyra 121 km/t í Gøtu, og tað gevur treytaða frádøming.