Ferðkanningar
Bæði leygardagin og sunnudagin gjørdi løgreglan ferðkanningar í Kaldbaksbotni.
Leygardagin um middagsleitið varð ein bilur steðgaður, sum koyrdi 116 kilometrar um tíman, og sunnudagin um 13.30-tíðina varð ein annar bilur steðgaður, sum koyrdi 122 kilometar um tíman.
Løgreglan sigur, at báðir bilførararnir koma undir tað, sum rópt verður treytaða frákenning av koyrikortinum.
Hesir missa tó ikki koyrikortið á standandi fót, men noyðast sum frálíður upp til nýggja koyriroynd.
Løgreglan sigur, at eingin bilførari varð steðgaður leygardagin og sunnudagin við kenning.