Í gjár var leygardagur. Veðrið var gott, og nú styttist tíðin, til gjaldast skal fyri at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin.
Hetta merktist so sanniliga eisini á nógvu ferðsluni gjøgnum Sandoyartunnilin í allan gjár - og ikki minst í Sandoynni, har meira bilaferðsla var enn helst nakantíð áður.
At síggja til mintu onkrar løtur á degnum um rekkjukoyring, har bilaferðslan eftir Sandarfløtti og eftir vegnum til eysturbygdirnar hekk saman i longum bilarøðum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hóast nógvu ferðsluna í Sandoynni, frættu tey einki um, at alt ikki gekk sum eftir ánni, og tey fingu ongar fráboðanir um trupulleikar.
Men, um 02.30-tíðina í nátt vórðu teir førarar á prutli steðgaðir inni í Sandoyartunlinum. Teir koyrdu saman, og løgreglan sigur, at teir vóru á veg í Sandoynna.
- Vit vilja gjarna minna á, at tað hvørki er loyvt at ganga, renna ella koyra á súkklu ella prutli gjøgnum undirsjóvartunlarnar og soleiðis heldur ikki í Sandoyartunlinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at førararnir á prutlunum, sum í nátt koyrdu í Sandoyartunlinum, fáa hvør sína bót.