Sum heild hevur løgreglan havt tað stak friðarligt hetta seinasta samdøgurið. Men seinnapartin í gjár varð ein bilur steðgaður í Sundalagnum og tann bilførarin er skuldsettur fyri at koyra við kenning og sostatt er blóðroynd tikin av bilføraranum. Men tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar nágreiniligari, vísti tað seg, at bilførarin hevði heldur ikki koyrikort og sostatt er hann eisini skuldssettur fyri at koyra við ongum koyrikorti.
Seinnapartin í gjár varð eisini ringt úr Vági at boða frá, at herverk varð framt á ein viðfestisvogn onkuntíð ímillum á døgverða í gjár, til klokkan 15. Løgreglan hevur staðfest, at ein skøva upp á einar tveir metrar eftir síðuni á viðfestisvogninum, sum stóð uttan fyri bústaðun - men tey hava ikki illgruna til nakran ávísan.