Koyrdi út av við motorsúklu

- Eingin illgruni er um rúsdrekkakoyring, men blóðroynt er umbiðin fyri at binda um heilan fingur, sigur løgreglan.

 

Um gott 03-tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur var dottin á einari motorsúkklu nærindis Vesturkirkjuni í Havn.

 

- Førarin, sum var farin út av vegnum við motorsúkkluni, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar og hevði onkrar skeinur.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at sambært samdøgurfrágreiðingini var bara motorsúkluførarin partur av óhappinum.

 

- Í slíkum føri biða vit altíð um, at blóðroynd verður tikin, tó at vit einki vita um, hvørt talan er um rúsdrekkakoyring ella ei.

 

Løgreglan sigur, at eingin illgruni var um, at rúsdrekka var uppi í málinum, men í slíkum føri verður blóðroynd umbiðin fyri at binda um heilan fingur.