Talan var um eitt sokallað soloóhapp, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun, tá ein bilum um hálvgumsjeytíðina í morgun koyrdi út av vegnum millum Fjarða í Eysturoy.
Persónurin í bilinum tyktist at vera væl fyri, men hann varð kortini sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at einki illgrunasamt var við bilføraranum, sum var edrúur.
Vaktleiðarin segði eisini, at nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt, men har gekk alt friðarliga fyri seg.










