Fríggjakvøldið gjørdi ein 21 ára gamal maður í Eysturoynni rættiliga um seg.
Tað byrjaði, tá ungi maðurin kom koyrandi oman gjøgnum Gøtudal. Har var hann óansin og rendi upp í ein bil, sum eisini var á veg oman gjøgnum dalin.
Ungi bilførarin hevði ikki hug at steðga og viðurkenna óhappið, men rýmdi av staðnum.
Løgreglan í Runavík varð boðsend, og hon fór at leita eftir manninum. Teir funnu hann í Gøtu, har hann hevði krógvað seg.
Ungi maðurin royndi at koyra undan løgregluni og setti ferð á yvir ímóti Gøtugjóv. Har rendi hann beint inn í ein bil, sum stóð parkeraður, og tá fekk løgreglan fatur á manninum.
Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og kann vænta sær stórt endurgjaldskrav fyri ferðsluóhappini.
Fór út av
Ein annar bilførari var óheppin í Fuglafirði, tá hann misti tamarhaldið á bilinum í brekkuni við matstovuna, Muntra.
Bilurin fór beina leið oman gjøgnum brekkuna og út av vegnum. Niðanfyri vegin er beding, og bilurin fór teir fýra metrarnar niðurfyri.
Bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og hann hevði helst eisini ov nógva ferð, tá hann kom oman gjøgnum brekkuna.
Tveir aðrir bilførarar í Eysturoynni vóru tiknir fyri at koyra við kenning um vikuskiftið. Hesir vórðu tiknir í vanligum eftirliti hjá løgregluni.