Eftir dagsskránni hjá kanadiska tjóðartinginum fyri tingfundin mánadagin skuldi tingið atkvøða um eitt uppskot um misálit á forsætisráðharran og stjórnina. Men við einum óvanligum stigi hevur Stephen Harper, forsætisráðharri, fingið generalguvernørin at senda tjóðartingið til hús við boðum um at koma aftur á fund tann 26. januar.
Kanadiska stjórnin er minnilutastjórn, og 163 av teimum 308 tinglimunum høvdu boðað frá, at teir fóru at taka undir við uppskotinum um misálit. Teir tríggir andstøðuflokkarnir halda ikki, at stjórnin kann halda fram, tí hon hevur ikki megnað at leggja eina ætlan um, hvussu tað almenna skal loysa avleiðingarnar av fíggjarkreppuni.
Sjálvur sigur Stephen Harper, at hann hevur biðið generalguvernørin senda tingið til hús, so bæði stjórnin og andstøðan kunnu fáa betri stundir til at hugsa um, hvat skal gerast í sambandi við fíggjarkreppuna.
Stephen Harper er ikki tann fyrsti kanadiski forsætisráðharrin, sum hevur brúkt heimildina at biðja generalguvernørin senda tingið til hús, men politiskir eygleiðarar vísa, at hetta er fyrstu ferð, at tingið er sent tilhús, fyri at forsætisráðharrin skal sleppa undan misáliti.
-Hetta er ongantíð hent fyrr í Kanada og neyvan heldur í nøkrum landi í bretska samveldinum, sigur stýriskipanarserfrøðingurin Ned Franks við BBC.