Klokkan eitt í nátt koyrdi ein bilur út av á Oyggjarvegnum við Labafelli beint sunnanfyri Norðadalsskarð. Bilurin endaði á takinum og kvinnan, sum var einsamøll í bilinum føldi seg illa og hon bløddi frá smásárum í høvdinum, so hon varð koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan sigur, at tá ið fólk koyra útav, er tað nokk so fast, at tey verða koyrd á Landsjúkrahúsið til kanningar. Tað er eisini fyri at fáa tey skrásett á skaðastovuni, tí hendir nakað seinni, vita tey á Landssjúkrahúsinum, at viðkomandi hevur verið við í einum ferðsluóhappi og tað kann fáa týdning fyri kanningar og viðgerðir.