Hesa seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at gera ferðmátingar fyri at kanna, hvussu skjótt bilar koyra. Í hesum sambandi hava tey, enn einaferð, kannað, hvussu skjótt bilarnir koyra á Glyvursvegi, sum er vegurin av rundkoyringini á Velbastaðvegnum, um nýggju brúnna um Sandá, og niðan á Skúlan á Argjahamri. Har er vegurin breiður og beinur, og tað liggur væl fyri at trýsta á speedaran – og tað eru tað nógvir bilførarar, sum gera.
Har er bara loyvt at koyra 50, men har koyra bilar altíð ov skjótt, so løgreglan er regluliga har og ger ferðmátingar. Tað hava tey aftur verið nú og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 106 kilometrar um tíman, ella meiri enn tvær ferðir so skjótt, sum loyvt er. Tað merkir, at bilførarin missur koyrikortið. Annars fekk ein bilførari klipp í Koyrikortið fyri at koyra 77 á sama vegastrekki.
Løgreglan hevur eisini gjørt ferðmátingar í Søldafirði, har tað heldur ikki er loyvt at koyra meiri enn 50 og har fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 74 og 77 kilometrar um tíman.