Koyrdi fullur og fór útav

Sunnnumorgunin fekk løgreglan í Runavík fráboðan um eitt ferðsluóhapp á landsvegnum norðanfyri Norðskála.
Ein ungur maður, sum slapp væl frá óhappinum, var farin útav í einum persónbili. Hann verður tó skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, tí royndin vísti, at hann var koyrdi ávirkaður. Tað vísti seg eisini, at maðurin heldur ikki hevði nakað koyrikort at vísa, og hetta verður hann skuldsettur fyri.
Maðurin var einsamallur í bilinum.