Koyrdi frá óhappi við hegnpela í kølaranum

Stutt fyri nátturða í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Havn, sum hevði eina eitt sindur øðrvísi gongd, enn ferðsluóhapp vanliga hava.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað var ein bilførari, sum koyrdi inn í eitt hegn, og tá bilurin bakkaði út aftur úr hegninum, bar hann við ein parkeraðan bil.

 

- Hegnið varð nevniliga torpederað, stendur í samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni.

 

Tað vísti seg, at tá bilurin slapp leysur aftur úr hegninum, hevði ein hegnpeli - ella eitt træpetti - stungið seg inn í kølaran og stóð fast í bilinum.

 

Bilførarin, sum hevði koyrt á, rýmdi av staðnum, og í fyrstani var ikki greitt, hvør bilurin var, tí fólk høvdu ikki varnast, hvør nummarplátan var.

 

- Men, so vísti tað seg, sigur vaktleiðarin, at onkur, sum var um hesar leiðir, av tilvild hevði eina filmsupptøku av bilinum á telefonini.

 

Løgreglan fekk soleiðis at vita, hvør nummarplátan var, og tey fóru at leita eftir føraranum, sum tey so eisini funnu og handtóku.

 

- Tað vísti seg nevniliga, at førarin hevði drukkið og verður nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri at vera rýmdur av staðnum eftir óhappið í Havn.