Heilt tíðliga í morgun varð ein bilførari tikin í Eysturoy fyri at koyra fullur. Løgreglan sigur, at hann var so dýrandi fullur, at okkurt bendir á, at hann sleppur ikki undan einum fongsulsdómi.
Somuleiðis mátti løgreglan í býin í Havn í nátt at skilja tveir bardagakroppar sundur. Teir vóru farnir í land av skipi og vóru farnir til hendurs í miðbýnum í Havn.
Men sum heild hevur annars verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni, tað í farið er av vikuskiftinum.