Ein koyrdi ávirkaður av narko og larmandi prutl

Ein bilførari er handtikin og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av narko, og úr Miðvági komu enn einaferð fráboðanir um larmarndi prutl í bygdini

Í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum bili í Havn, har tey høvdu mistanka um, at bilførarin var ávirkaður. Og tað var hann eisini, vísti tað seg. Hesaferð var talan tó ikki um rúsdrekka, men um at viðkomandi var ávirkaður av øðrum rúsevnum. Hann var kannaður fyri narko, og royndin var positiv.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at bilførarin varð handtikin og skuldsettur eftir lógargreinini um at koyra ávirkaður av narko ella heilivági.

Úr Miðvági fekk løgreglan aftur í gjárkvøldið fráboðan um, at ein rúgva av skutarum og motorcross koyrdu runt í bygdini og larmaðu illa. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki í Miðvági, sigur vakthavandi. Men tá løgreglubilurin kom vestur, tá vóru ongar súkklur at síggja.

– So tað fingu vit einki gjørt við, sigur vatkhavandi á politistøðini í Havn.

Løgreglan gjørdi eisini eitt málrættað átak í Skopun, har tey hava steðgað bilum. Men har var gott lag og alt gekk, sum tað skuldi, sigur vakthavandi. 

Sama var í Kollafirði, har dansur var.

– Har var eisini gott skil á, sigur vakthavandi.