Koyrdi á eina vegtrumlu

Seint seinnapartin í dag hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Hálsavøtnini millum Skopun og Sand.

Seint seinnapartin í dag hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Hálsavøtnini millum Skopun og Sand.

 

Tað var ein bilur, sum var á veg úr Skopun, sum rendi upp í eina vegtrumlu, ið koyrdi spakuliga eftir vegnum.

 

Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði hendi, men báðir førararnir gjørdust sjálvsagt rættiliga skakkir av tilburðinum. 

 

Eftir ferðsluóhappið fór sløkkiliðsbilurin hjá Sands kommunu norður á leiðina at spula olju og annað burtur, sum var komið á vegin.