Bar við bil í tronganum í Vágsbotni

- Tak er ikki vist, at bilførarin legði til merkis, at hann bar við bilin, men tað hevur veirð gott, um bilførarin lat við seg koma.

Síðan umleggingarnar av ferðsluni í Vágsbotni, er tað vorðið rættiliga trongligt, tá bilar koyra úr eitt nú Tórsgøtu, niðan á Vaglið ella yvir á Skálatrøð.

 

Sunnunáttina hendi eitt lítið ferðsluóhapp júst um hesar leiðir.

 

Óhappið hendi um 01-tíðina, tá ein bilur, sum var á veg oman úr Tórsgøtu, bar við ein annan bil, sum kom av Skálatrøð.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilurin, sum kom úr Tórsgøtu, helt leiðina fram, og løgreglan ivast í, um bilførarin visti av, at hann bar við hin bilin.

 

- Tað hevði verið gott, um bilførarin, sum kom úr Tórsgøtu, lat við seg koma, soleiðis at bilførararnir fingu tosað saman, sigur løgreglan.